Frá 1921 til 1956 virkaði hann sum skræddari í Havn. Tey fyrstu árini helt hann til í Vágsbotni og í Grím Kambansgøtu.
Í 1931 flytur hann undir Glasheygg (húsini við pílin). Húsini stóðu niðan fyri har sum vaskaríið í Króki var. Tá hesi húsini vóru tikin niður, flutti "Skrædder" í 1942 til Skipara Hansensgøtu (húsini á vinstru megin á myndini). Har virkaði hann, til hann doyði í 1956.
Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168.
Næstu ferð hava vit mynd av fyrsta føroyska príslistanum, tann hjá Conrad Juhlert, sum hevði handilin "Thorshavns Pianomagasin & Musikforretning