"Scandinavian Star" má kannast umaftur

Fyrrverandi ovastin hjá løgregluni í Oslo heldur, at kanningararbeiðið, sum varð gjørt í sambandi við vanlukkuna við ferjuni "Scandinavian Star", má kannast. Ivaspurningarnir eru ov nógvir, sigur hann

Tá 159 fólk doyðu av eldi umborð á ferjuni "Scandinavian Star" í 1990, var var Leif A. Lier løgregluovasti í Oslo. Nú sigur hann, at alt ov nógvir leysir endar eru í sambandi við vanlukkuna, og at fleiri spurningar eru framvegis ikki svaraðir.

Tí hevur hann skotið upp, at sjálvt kanningararbeiðið aftan á vanlukkuna verður kannað. Við Dagbladet sigur Leif A. Lier, at nógvar gitingar, áskoðanir og metingar eru komnar fram aftan á vanlukkuna, og sum ikki vórðu tiknar við í sjálvum kanningararbeiðinum. Tí heldur hann, at ákæruvaldið eigur at seta eina óhefta nevnd at kanna, um hald er í tí, sum er komið fram.

-Tað snýr seg ikki um at kanna, hví eldur kom í skipið. Men eg haldi tað vera neyðugt at kanna sjálvt kanningararbeiðið, sum varð gjørt her í Noregi, so vit fáa at vita, hvat vit gjørdu, og hvat vit ikki gjørdu, sigur Leif A. Lier við Dagbladet.

Í Danmark kannar statsadvokaturin í løtuni eisini eina áheitan um at taka eitt mál um "Scandinavian Star" uppaftur. Her snýr tað sum um eigaraviðurskiftini í reiðarínum og um tryggingarsvik.