"Rita" ikki so ring kortini

Ódnin "Rita" gjørdi munandi minni skaða enn væntað, men tað fer kortini at taka drúgva tíð at umvæla tað, sum fór

Teir amerikonsku suðurstatirnir sluppu munandi betur enn væntað, tá tropiska ódnin "Rita" kom í land. Tað komst av, at ódnin viknaði, meðan hon nærkaðist landi, og harafturat tók hon eina aðra leið, enn veðurmenninir upprunaliga hildu. Tað gjørdi, býirnir Houston og Galveston sluppu undan tí ringasta.
Harafturímóti var skaðin so mikið størri á marknaleiðini ímillum Texas og Louisiana. Serliga býirnir Lake Charles í Louisiana og Port Arthur og Beaumount í Texas fingu harða viðferð. Har eru nógv hús oyðiløgd.
Kortini gjørdi ódnin stóran skaða sum heild. Í gjár lógu næstan ein millión fólk í streymloysi, og summastaðni fer tað at taka fleiri vikur at umvæla elskipanina. Í teimum støðunum noyðast fólk helst at bíða leingi eftir at sleppa heimaftur. Nógvastaðni standa vegirnir undir í vatni, og summastaðni eru vegirnir so illa farnir, at teir eru ónýtiligir. Tí er tað ein spurningur,
Tær tropisku ódnirnar hava nógv regn við sær, og stór øki standa undir í vatni. Samstundis hava veðurmenninir boðað frá uppaftur meiri regni teir næstu dagarnar. Tað kemst av, at tvey hátrýst eru norðari, og at tey helst fara at hava við sær, at "Rita" verður liggjandi uppi yvir Texas og Louisiana. Tí er tað ikki óhugsandi, at tað fer at regna illa fleiri dagar afturat, siga veðurmenninir.
"Rita" kravdi eitt mannalív, og myndugleikarnir eru sannførdir um, at tað vóru boðini um at rýma úr økinum, sum gjørdu, at fleiri ikki lótu lív. Hildið verður, at umleið 2,7 milliónir fólk fóru heiman, tá boðini um at rýma undan ódnini komu.