Fimm vikur eru nú lidnar, síðani oljutanmgaskipið "Prestige" brotnaði av um tvøran og sakk úti fyri sponsku útnyrðingsstrondini, og framvegis rennur olja úr tangunum. Tað ger, at myndugleikarnir í Spania vænta, at umhvørvisvanlukkan verður uppaftur størri enn upprunaliga mett.
Myndir hjá einum fronskum kavbáti hava avdúkað seks rivur í skrokkinum á tí sokna skipinum, og hildið verður, at eini 150 tons av olju leka úr skipinum um dagin. Tá "Prestige" sakk, vóru framvegis umleið 55.000 tons av olju í tangunum, og rennur øll oljan úr skipinum, kann tað fara at taka fleiri ár at rudda tær dálkaðu strendurnar aftur.
Nógv olja rekur á havleiðunum norðan fyri Spania, og myndugleikar-nir í Fraklandi bera ótta fyri, at oljan kann reka upp á land har.
Samstundis royna sponsku myndugleikarnir at finna ein hátt at steðga oljulekanum, men altjóða serfrøðingar viðganga, at teir hava onga loysn funnið enn.