"Prestige" kundi tað sama sokkið í donskum sjógvi

Tangaskipið var í so vánaligum standi, at tað kundi eins væl verið sokkið í donskum sjógvi. "Prestige" fór ígjøgnum Stórabelti tann 6. november.

Donsku loðsarnir ávara nú um, at tað er bara ein spurningur um tíð, til danskt sjóøki og donsku strendurnar verða raktar av einari umhvørvisvanlukku.

Tangaskipið "Prestige", sum fór av um tvøran og sakk úti fyri sponsku útnyrðingsstrondini, fór ígjøgnum Stórabelti tann 6. november, og tað var í so vánaligum standi, at tað kundi eins væl verið sokkið har.

Tað sigur Jens Jørgen Thuesen, sum var loðsur umborð á skipinum, tá tað fór ígjøgnum Stórabelti.

Í Sjóferðslustýrinum undrast stjórin, Jørgen Hammer Hansen, á, at loðsurin ikki boðaði myndugleikunum frá, hvussu vánaligum standi skipið var í, tí tað eigur loðsurin at gera í einum slíkum føri, sigur stjórin.

Men so einfalt er málið ikki, sigur formaðurin hjá teimum donsku loðsunum, Mogens von Jessen. Hann sigur, at høvdu donsku loðsarnir meldað skip, sum teir hildu vera í vánaligum standi, hevði tað bert havt við sær, at tey vánaligu skipini høvdu als ikki biðið um at fáa loðs umborð. Sjálvur heldur hann, at tað er bara ein spurningur um tíð, til ein álvarssom umhvørvisvanlukka hendir í donskum sjógvi.

Á hvørjum ári fara 22.000 skip ígjøgnum Stórabelti, og soleiðis sum reglurnar eru, er tað skiparin, sum í hvørjum einstøkum føri ger av, um hann vil hava loðs umborð. Donsku politikararnir hava fleiri ferðir umrøtt spurningin um at áleggja øllum skipum at taka loðs umborð, men enn er einki hent í málinum. Seinast, málið var frammi, var, tá farmaskipið "Baltic Carrier" sigldi á eina grynnu við Møn á vári í 2001.