"LIST" fýra ferðir afturat

Tíðindaskriv

Sjónleikurin "LIST", sum Gríma sýnir í løtuni hevur fingið sera góða móttøku. Seinastu viku varð sagt, at nú líður móti endanum, og í vikuskiftinum var áskoðaraundirtøkan so mikið góð, at avgjørt varð at hava fýra sýningar afturat: Hóskvøldið 21.11 og fríggjakvøldið 22.11 kl. 20.00 og so tær báðar seinastu leygardagin 23. 11 og sunnudagin 24. 11 kl. 18.00
Atgongumerki verða sum vanligt at fáa í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar l tíma undan sýning.
"Ginu-søgurnar" ferðast framvegis og verða sýndar í "Eydnuni" á Oyrarbakka hóskvøldið 21.11 kl. 19.00, fríggjadagin 2211 kl. 19.00 í Kongshavnar Kvinnufelag í Runavík og í Skopun 23.11. kl. 16.00.
Tá hava Ginusøgurnar umframt í Havn, verið sýndar í Suðuroynni, Sandoynni, í Vágunum og Eysturoynni. Men norðoyingar verða ikki gloymdir. 30.11. verður fari til Klaksvíkar.
Ætlanin er so at gevast við Ginusøgunum á hesum sinni við nøkrum framførslum í Havn í desember mánaði.
Sum árini framman undan verður eisini í ár í desember serligt tiltak fyri børn. Hesu ferð er tað smábarnaleikurin "Risans Hjarta" sum Gunnvá Zachariasen og Hans Tórgarð spæla og skrivað. Leikurin er serliga ætlaður børnum frá trý til tíggju ár. Lýst verður meira um hetta seinni.