"Hví Sjúrarøktarfrøðingar?"

Hósdagin 12. mai er altjóða dagur Sjúkrarøktarfrøðinga. Í hesum sambandi skipar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri almennum tiltakið í Norðurlandahúsinum. Við hópin av áhugaverdum fyrilestrum og framløgum.

Stevnan verður sett av Jógvan á Lakjuni Landstýrismanni. Hann greiðir frá ætlanum innan útbúgvingarøkið.
Margret I. Hallgrimsson, depilsleiðari á Universitetssjúkrahúsinum í Reykjavík, hugleiðir um evnið "Hví Sjúrarøktarfrøðingar?". Hetta er eisini heitið á tiltakinum.
Brynhild Danielsen, Sjúkrarøktarfrøðingar og Master of Sciense in Health Promotion, greiðir frá um matviðurskifti í føroysku skúlunum.
Súsanna Mortensen, rektari á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya greiðir frá um sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina.
Ingrid Holm, sjúkrarøktarfrøðingur, greiðir frá arbeiði sínum, ið samband við flóðalduna í Asia.
Ì lættara endanum verður sangur v/ The Nightingales.
Tiltakið er fyri øll og er frá kl.14.00-17.00.