"Hús" á havbotninum heldur enn fiskiskip

Aðrar tjóðir fiska við rúsum ? ikki bara krabbadjór, men eisini ymisk fiskasløg. Tað er eisini kent, at fiskur savnast um skipsvrak og annað, sum liggur á havsins botni. Spurningurin er so, um tað ber til at "lokka" fisk inn í "hús" á havsins botni og síðan pumpa hann upp

Alternativ

Á tíðindafundinum um fiskivinnugranskingina, sum nú er sett sjósett í Føroyum, reisti Bjarti Thomsen, granskingarleiðari, spurningin, hví vit í veruleikanum hava skip at fiska tann fisk, sum skal arbeiðast uppi á landi. Hann vísti fram eina tekning av einum stórum "húsi", sum stóð á havbotninum.
- Hví hava vit ikki heldur nøkur hús standandi á havbotninum, sum vit "lokka" fiskin inn í ? við ljósi ella ljóði?
Tað, sum Bjarti við hesum vildi siga, var neyvan, at hann nú fór at mæla til, at øll fiskiskip verða løgd, og at vit í staðin bert skulu hava nøkur fá skip, sum skulu pumpa fiskin upp úr hesum "húsum".

Hugflogið?

Heldur vildi hann vísa á, at tá ið talan er um gransking, er tað bara hugflogið, sum setir mørkini.
Aðrar tjóðir fiska við rúsum ? ikki bara krabbadjór, men eisini ymisk fiskasløg. Tað er eisini kent, at fiskur savnast um skipsvrak og annað, sum liggur á havsins botni.
Eingin ivi er um, at væl hevði borið til at "lokkað" ávís fiskasløg í stórum nøgdum inn í slík "hús", men tað verður neyvan nakrantíð soleiðis, at vit sleppa undan at hava ein fiskiflota.
Kortini ein rættiliga "genialur" tanki, mugu vit siga.