"Góðir vanar" í Lívdini

Hoyvík: Henda seinasta mánaðin hava tey í samkomuni Lívdin víst limunum á, hvat ein góður vani er.

Á familjumøtunum hava tey higartil sagt frá, um góðar vanar í hjúnabandinum, familjuni og í samkomuni. Hesi møti byrja kl. 10:30 og vara í eina tíma, og síðani verður hildið fram kl. 12 við tilbiðjan og læru.
Komandi sunnudag verður so aftur eitt slíkt evni tikið upp við familjumøtið. Tá fer Jákup Jacobsen at tosa um eitt evni, ið helst hevur áhuga hjá mongum, nevniliga "Góðir vanar í arbeiði". Eftir hesa framløguna fer Jógvan Zachariassen at tosa um Guds mátt.
Lívdin er ein evangelisk samkoma í Hoyvík, sum byrjaði at halda reglulig møtir 26. august í 2001. Møtini eru í Hoyvíkar skúla
Tey leggja stóran dent á, at øll skula kenna seg vælkomin í samkomuni, óansæð úr hvørji samkomu ella kirkju, ein er, ella hvørja bakgrund ella andaliga støðu ein er í.