Menningartarnað
Seinnapartin hósdagin skipaði Javni saman við Runavíkar kommunu fyri hugnaløtu í Runavíkar skúla. Á hesi løtu skuldi avdúkast, hvør er útnevndur at verða ársins myndlistafólk ár 2002 millum fólk við menningartarni.
Fyrr í ár bjóðaði Javni menningartarnaðum at verða við í hesi kapping, og tá ið saman um kom, høvdu 42 fólk sent 104 málningar og myndir inn.
Tey, ið skuldu velja bestu myndina burtur úr allari rúgvuni, vóru listafólkini, Amariel Norðoy, Astrid Andreasen og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen.
Pláss fyri øllum
Nógv fólk vóru møtt á hugnaløtuni, har høvið eisini var at síggja myndirnar, ið tey menningartarnaðu hava latið til kappingina.
Systrarnar, Anja og Charlotta Hentze, høvdu syrgt fyri, at fólk fingu kaffi, køkur og karamellur.
Tað var býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum beyð vælkomin.
Hann takkaði Javna fyri tað stóra arbeiðið, ið felagið hevur gjørt og framvegis ger.
- Her skal vera pláss fyri okkum øllum, og tí er tað gleðiligt, at vit hava eitt
felag, sum so ágrýtið hevur stuðlað uppundir tey mál, sum eru framd til bata fyri tey menningartarnaðu.
Vegna kommununa, handaði býráðsformaðurin nálir til allar starvsnevndarlimir
felagsins.
Rodmundur Nielsen bjóðaði øllum at vera hjartaliga vælkomin og segði, at fólk høvdu kvøldið fyri sær í Runavíkar skúla.
At enda ynskti hann øllum eini gleðilig jól.
Gávurík fólk
Óli Wolles, sum er í økisnevndarlimur hjá Javna í Eysturoy, segði, at ætlanin hjá felagnum var at hava hugnaløtuna, 3. desember, sum er alheims dagur teirra brekaðu, men av serligum orsøkum bar ikki til at hava løtuna tá.
- Hetta er dagurin, sum heimssamfelagið hevur kosið til serliga at hugsa um og leggja dent á viðurskiftini hjá teimum, sum hava eitt hvørt brek at dragast við. Tað, at dagurin er í dag, ger ikki løtuna ella málið minni umráðandi.
Óli segði, at í grundini eiga vit hvønn dag í árinum at hugsa um og leggja dent á umstøðurnar hjá okkara medmenniskjum, sum hava eitt hvørt menningartarn ella brek. Hesi fólk, sum vit kanska halda ikki hava fingið somu gávur í lívinum sum flestu onnur, hava kortini góðar gávur; tað síggja vit, tá ið vit hyggja uttan um okkum. At hetta eru fólk við listagávum, gongur sjón fyri søgn.
- Nú sigur onkur kanska, at tað er ikki rættiliga Ingálvur ella Mikines, vit síggja. Nei, tað kann vera. Men tað ger heldur einki, tí marknaðurin er líkasum mettaður við einum Ingálvi, einum Mikines, einum Amariel Norðoy, einari Sigrun Gunnarsdóttir ella einari Astrid Andreasen. Tí, list er júst evnini til at skapa - ikki bara at kopiera. Og tað er ólíka betur at vera ein góður orginalur enn eitt vánaligt kopi.
Øll vinnarar
Óli vísti til fræga vísusangaran og nú sálarfrøðingin, Kára P, sum tekur til í Ringulrímu, at "annarhvør er øðrvísi, líka sum øll onnur".
- Tíbetur eru vit øll ymisk, og soleiðis eiga vit eisini at vera - og tora at vera. At okkara menningartarnaðu eisini eru gávurík, er einki at taka seg aftur í. Tey skulu, sum onnur, haldast til og eggjast til uppgávuna. Tað var henda hugsan, sum fekk Javna fyrr í ár at skriva út kapping um ársins myndlistafólk.
Óli segði, at tá ið kappingar verða útskrivaðar um ársins eitt ella annað, er freistandi at halda, at tað er bara ein vinnari - og hini hava tapt.
- Men soleiðis er tað ikki. Gamaní fær bara ein heiðurin at kallast ársins myndlistafólk 2002. Men tá ið vit hyggja at myndunum uttan um okkum, síggja vit, at her eru nógvir vinnarar - bara vinnarar. Hvør einasti hevur vunnið á forðingum, bæði innan í sær sjálvum og uttanífrá. Øll hava vunnið sær virðing við sínum myndum og víst okkum á, at skapanargleði og lívsvirði ikki eru avmarkað av arbeiðsføri hins einstaka, men spretta og blóma, tá ið samfelag og umhvørvi geva gróðrarbotn. Tí kunnu vit fegin - og errin - hyggja uttan um okkum og síggja, at tað grør um gangandi fót.
Myndirnar hjá teimum menningartarnaðu, sum vóru við í kappingini, vóru ikki til sølu á hugnaløtuni í Runavík, tí fleiri av teimum verða við á eini framsýning, sum verður í Danmark.
Uttan tykkum, eingin kapping
Óli takkaði Runavíkar býráði fyri heiðurin, sum sýndur er tiltakinum og fyri beinasemi. Hann takkaði teimum, sum høvdu hongt myndirnar upp fyri Javna og systrunum, Anju og Charlottu Hentze, fyri kaffi. Hann takkaði musikkskúlanum fyri tónleik og teimum trimum navnframu listafólkunum fyri at hava sitið í dómsnevndini við tí torføru uppgávu at velja ímillum myndirnar í kappingini um at gerast ársins myndlistafólk.
At enda - men ikki minst - ynskti hann at takka øllum teimum, sum hava latið myndirnar til framsýningina.
- Uttan tykkum, var eingin kapping og eingin framsýning, segði Óli Wolles at enda.
Magni vinnari
Tað var Jórunn Dánjalsdóttir, listakvinna, sum eisini er í økisnevndini hjá Javna í Suðurstreymi, ið avdúkaði, hvør hepni vinnari er.
Hon helt tað vera ógvuliga áhugavert at síggja, hvussu nógvar myndir eru sendar inn til kappingina.
- Javni setti eina nevnd við trimum professionellum listafólkum, sum skuldu gera av, hvør eigur heiðurin sum ársins myndlistafólk og harvið hevur uppiborið virðislønina uppá 3.000 krónur.
Øll, sum vóru við í kappingini, fingu skreytblað frá Javna sum áminning um, at tey hava luttikið.
Jórun las nøvnini upp, eitt og eitt og øll, sum vóru til staðar, komu fram og tóku ímóti skreytblaðnum.
Síðan avdúkaði hon, at Magni Mikkelsen av Toftum, sum býr í Runavík og
arbeiðir á Stíggi, er útnevndur til ársins myndlistafólk ár 2002. Jórun rætti frálíku myndina yvir høvd, so øll, ið samankomin vóru, sóu hana.
Tað var ein glaður vinnari, sum kom upp at taka ímóti heiðrinum og kekkinum.
Saman við Magna á hugnaløtuni vóru foreldrini, Jona og Jónsvein Mikkelsen og bróðirin, Per.
Tey vóru sum vera man errin av soninum, sum hevur fingist við at tekna, síðan hann var lítil smádrongur.
Goymdar gávur
Jórunn segði, at innan myndlistaøkið er hendur stórur áhugi fyri at fremja framgongd og at stimbra fólk við serligum tørvi. Áhugin er øktur at fáa hesi fólk meira fram í ljósið við teirra spennandi list, bæði myndlist, tónleikalist og aðrari list.
- Úti í heimi eru nógvir skúlar, sum vilja stimbra hesi fólk at gerast betur til at útrykkja síni listarligu evnir. Eg ivist ikki eina løtu í, at vit eru júst komin í gongd her heima í Føroyum.
Hon helt, at vit kunnu samanbera hetta við oljuvinnuna.
- Eg hoyrdi í Útvarpinum, at teir hava trupulleikar við at koma ígjøgnum
basaltlagið fyri at finna olju, men tá ið teir hava funnið út av, hvussu sleppast kann undir basaltið, liggur eitt tað mest áhugaverda oljuøkið í heiminum goymt her í Føroyum. Soleiðis síggi eg eisini møguleikarnar við teimum evnaveiku og listini. Hesi fólk goyma dygdir, sum koma undan kavi, tá ið tey verða stimbrað til tess - við at gera tey meira dugnalig og medvitað. Koma vit aftur um hesi fólk, finna vit eitt sera spennandi øki við goymdum gávum, sum kunnu koma okkum øllum til góðar, segði Jórunn Dánjalsdóttir.