Ancelotti nøgdur við hópin

Venjarin hjá Chelsea hevur ongar ætlanir um at keypa nýggjar spælarar til felagið í januar, tá ið flytingarvindeygað letur uppaftur. Oddaliðið í Premier League hevur vist stórform seinastu tíðina, og tað ger Carlo Ancelotti tryggan við hópin hjá sær.
- Allir spælararnir eru væl fyri, og um hetta heldur fram, ætla vit ikki at keypa nakran nýggjan spælara í hesum kappingarárinum, sigur Ancelotti sambært The Sun.