Teir seks fremstu telvarnir í heiminum eru ikki bangnir fyri at telva ímóti hvørjum øðrum. Hesaferð møttust teir í Frankfurt at telva eina spennandi kvikkaping sum hevði metstóra peningavirðisløn til vinnaran.
Eftir styrkisraðfylgju var manningin hendan; Kasparov, Kramnik, Anand, Shirov, Morozevich og Leko. Telva skuldu teir dupultumfar, sostatt tíggju umfør. 25 minuttir høvdu teir í part til talvið.
Skjótt sást at Anand varð ikki til steðga, og vann hann sannførandi kappingina við 7,5 stigum av teimum tíggju møguligum, meðan russiska kempan Kasparov bert fekk ognað sær seks stig, men nokk til eitt annað pláss.
Anand hevur higartil havt eitt sera ringt talvár 2000. Hevur als ikki líkt sær sjálvum, men telvingin hjá honum í Frankfurt varð av serkønum mett einastandandi. Hann tapti einki talv og telvaði sera positivt alla kappingina.
Kasparov er aldrin nøgdur við eitt annað pláss, men sjúka forðaði helst honum at spíla seg rættiliga út. Hann hevði krím undan kappingarbyrjan, men kendi seg frískan nokk at endaføra kappingina.
Kramnik bleiv tann triði í røðini við fimm stigum, meðan Shirov varð beint í hølunum við hálvum fimta stigi. Morozevich og Leko endaðu aftastir við hálvum fjórða stigi. Hesin seinni vann annars bæði ímóti Kasparov og Kramnik.
Menniskjan hongur í
Tey síðstu árini hevur talvteldan ment seg við rúkandi ferð, og hendan ferð tykist ongan enda hava.
Tað eru tvær talvteldir sum veruliga hava sligið seg fastar í talvheimin; Deeper Blue og Fritz. Hendan síðsta er í roynd og veru eitt talvforrit ognað vanliga brúkaranum, til eitt nú at royna seg ímóti í privatum brúki.
Tað varð nevnliga forritið Fritz, sum fekk møguleikan at royna seg fyri kortum ímóti elituni, undantikið Kasparov.
Kramnik, Anand, Shirov, Morozevich og Leko royndu seg tveir reisir móti telduni. Eins og í Frankfurt varð telvað kviktalv. Úrslitið varð 5-5!
Støðan var 4-4 áðrenn Shirov átti at telva tvey tey síðstu talvini ímóti forritinum. Sjálvt um Fritz kann rokna um 3. milliónir støður um sekundið, so væntaðu tey flestu kortini at Shirov ikki fór at skuffa menniskjatalvheimin. Fyrsta talvið vann Shirov við hvíta fólkinum, men í siðsta talvinum gjørdi Shirov eitt mistak við svarta fólkinum, sum Fritz revsaði við harðari hond.
Gert tú eitt mistak ímóti Fritz, ja so tapir tú við brestin. Hetta seinna talvið er við í blaðnum í dag.
5-5 og enn vinnir teldan ikki ímóti menniskjanum, men sum teldan, eins og talvteldan útviklar seg í dag gongur neyvan long tíð fyrrenn heilin verður taparin í hesum heilaítrótti.
FM í snartalvi
Verður í Kommunuskúlaskálanum leygardagin 1. juli kl. 11.00. Tilmelding á staðnum hálvan tíma undan kappingarbyrjan.
Miðað verður ímóti at hava ein opnan bólk við nógvum dupultumførum, men verður undirtøkan góð verður møguliga deilt í tveir bólkar.
Vinnarin fær 1500 krónur, steyp og heiðurin. Nummar tvey og trý fáa somuleiðis peningavirðislønir, og góðar ratingvirðislønir verða eisini givnar.
Luttakaragjaldið er 50 krónur.
Føroyameistarin Flóvin Tór Næs fær ikki møguleikan at ogna sær heitið FM í snartalvi. Hann fer nevnliga saman við Rógva W. Rasmussen og Martini Poulsen til Ungarns at telva kapping, ið byrjar 1. juli. Eftir hesa kapping fara Flóvin og Rógvi víðari til eina kapping í Kekkia.oslash;kum, at tykkara heimildir ganga út um vanliga sjómarkið og røkka heilt út á tey økini, har leitað verður eftir olju. Í Bretlandi kunnu vit kalla civilrættin saman eftir tímum, sjálvt á nátt. Eg veit ikki, hvat tit kunnu í Føroyum.
Styles ber ótta fyri, at tað verður lættari hjá Greenpeace at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar enn við Bretland, tí eru sum sagt hol í lógini, sum Green-peace hevur funnið fram til og kann brúka, so er uppá tíðina hjá føroyingum at teppa hesi holini so ella so.
Sjálvur ber hann mest ótta fyri, hvat kann henda um Greenpeace fer at spæla út við sínum ?Danmarkar korti? sum hann málber seg. Danmark hevur jú eina sterka grøna rørslu, og vit minnast, hvussu Danmark legði harðliga út saman við Greenpeace í Brent Spar málinum móti bæði Hálandi og Týskalandi.
Styles heldur út frá royndunum í Bretlandi, at føroyingar eiga at taka hóttaninar frá Greenpeace í størsta álvara - longu nú. Greenpeace-fólkini eru sera dugnalig, og áðrenn tú gáar um tað, hava tey sett seg á ein boripall, sum so einki fær gjørt. Hevur man tá ikki lóggávuna at halda seg til, so kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri leitingina.
-Eg veit ikki, um Greenpeace fer at gera nakað á føroyskum øki. Teirra styrki er jú, at teir einki siga um hetta frammanundan. Men tað skal undra meg, um ikki Greenpeace, sum jú hevur sett frammaliga á skrá sína at forða fyri oljuleiting á Atlantsmótinum, eisini hevur ætlanir um at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar, sum jú eru partur av Atlantsmótinum.
Tá vit spyrja Styles, hvat hann heldur um eina komandi oljuvinnu við Føroyar sigur hann, at hon sjálvandi fer at ávirka samfelagið, eitt nú við nógvum nýggjum andlitum í gøtunum.
Heldur Keypmannahavn enn London
Men hann heldur eisini, at Føroyar hava betri møguleikar at fáa ein ágóða frá hesi vinnu enn t.d. Skotland og Aberdeen, tá hugsað verður um ta vald og ávirkan ávikavist London og Keypmannahavn hava. Styles heldur Føroyar vera í eini betri støðu, og hóast Skotland nú hevur fingið sítt egna ting, so hevur tað ongan myndugleika á oljuøkinum, hann verður framhaldandi í London.
-So meðan stýrið í London ikki hevur viljað latið okkum sjálvar bestemma á oljuøkinum, hevur stýrið í Keypmannahavn verið so lagaligt at lata tykkum allan avgerðarrætt og myndugleika yvir oljuni í tykkara undirgrund.