Talv:
Fyri góðum tveimum mánaðum síðani bleiv Vladimir Kramnik somuleiðis heimsmeistari tá hann vann á Gary Kasparov. Hetta kann tykjast fløkjasligt, men støðan er tann at Kasparov ikki longur telvar um Fide heimsmeistaraheitið, sum er altjóða talvsamgongan, og tað hevur hann síðani 1993 ikki gjørt. Hann hevur á egnum beinum skipað talvsamgongur og við teimum eisini HM dystir. Í 1993 vann hann á Nigel Short, í 1995 á Anand og í ár vann Kramnik á honum.
Khalifman vann Fide HM í 1999, og sostatt heimsmeistari nummar fjúrtan, men spurningurin er um Kramnik er tann fimtandi og Anand tann sekstandi. Kasparov vil vera við at Kramik er tann 15. heimsmeistarin, men hesum vil Fide ikki ganga á møti.
Eins og í Boksing hava vit fleiri heimsmeistarar innan talv, í núverandi løtu tveir.
Anand í serflokki
Finalan sum bleiv leikt í Teheran, Iran, um jólini, bleiv ikki eins spennandi sum væntað varð. Manngongdin varð tann, at leikast skuldi seks talv og um tá á jøvnum stóð, so skuldi telvast kviktalv, tað vil siga at hvør telvari hevur 25. minuttir í part til talvið. Men hetta varð als ikki neyðugt, tí eftir bert fýra talvum varð greitt at 31 ára gamli Anand var heimsmeistari.
Anand, V (2762) 0,5 1 1 1 - -
Shirov, A (2746) 0,5 0 0 0 - -
Anand hevði svarta fólkið í fyrsta talvinum og telvaði fyri fyrstu ferð í sjey ár fronsku byrjanina. Hetta loypti ivaleyst hvøkk á Shirov, sum ikki fekk tann stóra fyrimunin við sínum hvíta heri. Anand fekk hegnisliga ognað sær javnleik.
Í øðrum talvinum leikti Anand eina nýggjheit, og fekk avgerandi fyrimun, men Shirov vardi seg væl. Anand vann tó eftir drúgva leiktíð.
Triðja talvið mátti shirov tí vinna við hvíta fólkinum, men eftir at hava offrað býtismun telvaði Anand sum ein brandur og vann enn einaferð. Í fjórða talvinum satsaði Shirov alt, hann offraði heili tveir mans og fekk eisini Anand at ristast eitt sindur, men indarin helt høvdið kalt og vann talvið í stórum stíli, og harvið eisini heimsmeistaraheitið, og við hesum eina upphædd á 528.000 (uml. 4. mió. kr.) amerikanskir dollarar, meðan Shirov fekk 316.000 dollarar.
Anand telvaði heilt einastandandi og nærum feilfrítt, og er ein verdugur heimsmeistari.
Finaluúrslitið er kanska ikki heilt eftirfarandi tá hugsa verður um styrki Shirovs. Hann er betri enn úrslitið sigur, og hevði bert nakrar ringar talvdagar. Trupulleiki hansara er svarta fólkið ímóti teimu sterku, men hinvegin er hann øgiligur við hvíta fólkinum. Anand vísti seg tó at vera betur.
Toppurin hittist aftur
Í krútsterku kappingini Wijk aan Zee í Hollandi fara nøvn sum Kasparov, kramnik, Anand, Shirov og aðrir superstórmeistarar at kappast í døgunum 18-28. januar.
Sera áhugavert verður at síggja kasparov hitta Kramnik aftur. Enn hevur Kasparov hægsta ratingtal í heiminum, men fyri fyrstu ferð í fimtan ár kann hann ikki kalla seg heimsmeistara.
Nógv gita og vóna at Kramnik og Anand fara at dystast um HM tittulin, ein sokallaðan World Prestige Match, eftirsum báðir kunnu kalla seg heimsmeistarar, men tó skal ein ikki vænta hetta blíva veruleiki.
Talvið hesa vikuna
Í hesum fjórða talvi telvar Shirov beinhart og vilt, men Anand dugir sanniliga eisini at verja seg.
Anand,V (2774) - Shirov,A (2746)
FIDE WCh KO (4) 24.12. 2000
1.e4 e6 2.d4 d5 3.Ric3 Rif6 4.e5 Rifd7 5.Rice2 c5 6.f4 Ric6 7.c3 Fb6 8.Rif3 f6 9.a3 Be7 10.h4 0-0 11.Rh3 a5 12.b3 Fc7 13.Rieg1 a4 14.b4 fxe5 15.fxe5 Ridxe5 16.dxe5 Rixe5 17.Rixe5 Fxe5+ 18.Fe2 Bxh4+ 19.Kd1 Ff6 20.Rif3 Fxc3 21.Bb2 Fb3+ 22.Kc1 e5 23.Rxh4 Bf5 24.Fd1 e4 25.Fxb3 axb3 26.Rid2 e3 27.Rif3 Rae8 28.Kd1 c4 29.Be2 Be4 30.Kc1 Re6 31.Bc3 Rg6 32.Rh2 Bd3 33.Bxd3 cxd3 34.Kb2 d2 35.Kxb3 Rg3 36.Kb2 g5 37.Kc2 Rc8 38.Kd3 g4 39.Be5 Rc1 40.Rh1 Rxg2 41.Rih4 1-0









