Anadarko stór framstig í royndini at loysa basaltknútin

Tað er eitt tað minsta oljufelagið, ið hevur fingið litið upp í hendi at kanna størsta partin av tí føroyska landgrunninum ? og kanska verður tað hetta sama minsta felagið, sum situr við lykilinum til ta størstu óloystu gátuna í føroyska oljuævintýrinum: hvussu vit loysa basaltknútin, hvussu vit við tí røttu tøknini kunnu finna fram til møguligar stórar olju- og gassgoymslur undir basaltinum, sum í dag dekkar stóran part av føroysku undirgrundini.

















Oljuleiting við Føroyar


Felagið er amerikanskt og ber vakra og sjáldsama navnið Anadarko. Tað er upprunaliga navnið á indianskum høvdinga. Nú meðan øll eygu eru vend móti fundinum hjá Amerada Hess og komandi boring hjá Agip arbeiða eisini onnur oljufeløg miðvíst á tí føroyska landgrunninum. Eitt teirra er felagið Anadarko, sum hevur sett sær tað torføra málið at loysa basaltknútin. Felagið hevur arbeitt í Føroyum í nógv ár og fekk tillutað tvey av 9-ára loyvunum, tá útbjóðingin varð kunngjørd í Norðurlandahúsinum 17. august 2000.

Anadarko er eitt lítið felag, sum í fyrstu útbjóðingini stendur fyri tí størsta økinum á landgrunninum. Felagið hevur fingið tillutað teigin oo7 einsamalt og teigin oo5 saman við Statoil og øðrum feløgum. Hetta eru øki, sum liggja inni á basaltinum.

Leitistjórin fyri Føroyaøkið hjá Anadarko er Philip Loader.

Hann viðgongur, at teir eru eitt lutvíst lítið felag verður samanborið við tey stóru oljufeløgini. Teir síggjast heldur ikki so væl sum tey, tí teirra uppgáva er í høvuðsheitum at leita eftir olju. -Tú sært tí ikki okkara navn á bensinstøðunum í USA ella í Europa. Teir royna so at vera heilir, har teir eru, eitt nú í Føroyum.

Felagið hevur víðkað sítt virksemi seinastu árini og hevur keypt upp fleiri onnur feløg eitt nú í Kanada. Upprunaliga arbeiddi felagið í USA og Mexikanska Flógvanum. Men sohvørt tað er vaksið er tað farið út um landoddarnar og arbeiðir í dag m.a. í Algeria og í Norðsjónum. ?Vit royna at vera eitt meira altjóða oljufelag. Arbeiða t.d. í dag eisini í fjarskotnum økjum sum í Australia og Alaska.

Tøknin drívur verkið
Grundarlagið og styrkin hjá felagnum er, at tað raðfestir tøkniliga menning fremst. Ein av orsøkunum til at felagið fekk áhuga fyri føroyska økinum var fyri tað fyrsta tann, at tað arbeiddi í grannalagnum, í bretska økinum, og út frá royndunum og vitanini har varð mett, at føroyska undirgrundin kann goyma stórar nøgdir av olju og gassi. Philip Loader dylur ikki fyri, at hansara felag er komið inn á føroyska økið við einum øðrum hugburði enn onnur oljufelag. Út frá metingini um, at her kunnu verða stórar nøgdir av kolvetni, og út frá tí sannroynd, at ein stórur partur av økinum er fjaldur av basalti, metir felagið, at tað krevst nógv meira kanningararbeiði. Tað var eisini við tí í huga, at felagið heldur ynskti at fáa eitt 9-ára loyvi, soleiðis at tað heldur enn at binda seg til eina boring, vildi brúka meira tíð og orku fyri at skilja jarðfrøðina betri. Her ikki minst at fáa til vega røttu tøknina til at kunna síggja niður gjøgnum basaltið. -Tað hevði verið skeivt av okkum at søkt um boriloyvi í økinum, nú vit meta, at eitt stórt tøkniligt arbeiði er eftir at gera - áðrenn tú hevur loyst sokallaða basaltknútin.

Ein stórur partur av føroysku undirgrundini er fjaldur av tjúkkum basaltfláum. Hesar gera, at tað er sera torført við vanligum seismikki at kunna finna fram til møguligar olju- og gassgoymslur í undirgrundini. Oljufeløgini og her ikki minst Anadarko halda góðar møguleikar vera fyri at finna kolvetni undir basaltinum, men fyri at finna fram til hesi kolvetni er neyðugt við nógv meira nágreiniligum kanningum og her ikki minst tøkniligari menning á seismiska økinum. Tað ber nevniliga ikki til við verandi tøknifrøði at finna skjótar og einfaldar loysnir á hesum trupulleika. Men tað gongur rætta vegin.

Philip Loader sigur, at teir hesi bæði fyrstu árini av lisenstíðini hava roynt at gera sítt heimaarbeiði bókstaviliga sagt frá botni av. Her verður einki latið upp til tilvildina, men talan er um eina miðvísa ætlan, har allir tøkniligir spurningar verða viðgjørdir. Tað ræður um at hava tey røttu amboðini til at brúka til kanningarnar og við hesum at kunna finna fram til tey bestu úrslitini. Men enn er nakað á mál. Teir hava gjørt nógvar seismiskar kanningar, tyngdarmegimátingar og nógv onnur sløg av tøkniligum kanningum, sum samanlagt skulu geva teimum svarið uppá, hvussu teir loysa basaltgátuna. Tvs. at endamálið við øllum hesum kanningum eru at finna lykilin til at kunna loysa basaltgátuna. Í hesum sambandi eru brúktar heilt serstakar seismiskar kanningar við sera kraftigum seismikkkanónum, ið arbeiða við sera lágum frekvensi undir basaltinum. Í dag er støðan oftani tann, at basaltið tarnar ella forðar signalunum at koma fram.

Av tí at tað er avmarkað við brunnum á føroyska økinum, haðani tú kanst fáa og brúka data, er torført at gera arbeiðið til fulnar. Tað vil taka tíð, og ein partur av arbeiðinum er eisini kanna sedimentini í undirgrundini. Hugt verður rætt og slætt at øllum, sum kann vera við til at skilja løgini undir basaltinum. Anadarko hevur so eisini keypt tilfar frá hinum feløgunum, sum hava borað.

Philip Loader, sum sjálvur hevur drúgvar royndir við oljuleiting, sigur, at neyðugt er við veruligum detektivarbeiði fyri at finna teir mongu brikkarnar í puslispælinum.

Nú Anadarko er í tí støðu, at felagið ikki skal bora enn, so fylgir felagið sera væl við í øllum tí, sum hendir á økinum. Tey eru tí eisini vitandi um gongdina higartil. -Stórar vónir vóru til teir fyrstu brunnarnar millum føroyingar. Men fyri okkum hevði tað verið at meta sum eitt undur, um man longu rakti við olju í fyrstu brunnunum í einum nýggjum øki. Tað kenna vit onga aðrastaðni frá. Tað var fløvandi fyri allar, at Amerada Hess fann olju og gass, og hetta er heilt givið av stórum týdningi fyri víðari leitingina. Hetta var so eisini ein staðfesting av tí, sum vit í Anadarko alla tíðina hava hildið, nevniliga at her er ein virkin kolvetnisskipan. Nú mugu vit royna at brúka upplýsingarnar frá hesum boringum í okkara egna lisensi.

Leitistjórin í Anadarko sigur, at tað vil altíð vera ein váði knýttur at eini boring. Man kann minka um hann við at brúka meira orku uppá tøkniligu kanningarnar og fyrireikingarnar, men tú sleppur ongantíð undan einum ávísum váða. Besti mátin at minka um váðan er at hava teir bestu serfrøðingarnar við í arbeiðinum og geva teimum tey best hugsandi amboðini at arbeiða við. Hetta er partur av málinum hjá Anadarko. Felagið er tí eisini komið væl áleiðis við viðgerðini av tilfarinum og í august í 2003, sum er endin av fyrsta tíðarskeiðinum, vil felagið verða komið so langt, at tað kann byrja at hugsa um at fyrireika eina boring í 2004.

Philip Loader váttar, at Anadarko hevur havt framgongd á fleiri økjum seinastu mánaðirnar bæði við kanna og kortleggja. Tað er ov tíðliga at siga um og nær felagið fer at bora. Báðir møguleikar eru til staðar. -Vit vóna, at tøkniliga arbeiðið verður so mikið gott, at tað kann vera grundarlag undir boring.