Ana skramblar á listanum

Ana Ivanovic, sum eitt skifti var heimsins besta kvinnuligi tennisspælari, reyk út í fyrsta umfarinum í fyrstu kappingini eftir floppið í US-Open. Hesa ferð mátti vakra Ana lúta móti kekkisku Lucie Safarova, og tapið sendir Ivanovic niður á 17. plássið á styrkislistanum hjá WTA.