Ana fangaði Nibe í sínum neti

Hon gjørdist kend, tá ið hon sang ein sang til Spider Man, men hon kann nógv meira enn tað. Ana Johnsson setti tvær tjúkkar strikur undir sítt navn, tá ið hon spældi í Nibe

Framførslan hjá Ana Johnsson á Nibe festivalinum var professionell, flirtrandi og framúr.
Svenska poppstjørnan, sum av álvara gjørdist kend, tá ið hon sang sangin We Are til næsta filmin um Spider Man, spældi popputan rock í stóra teltinum í Nibe.
Ana skrivar sjálv tónleik, men hon hevur eisini fingið hjálp frá teimum fremstu svensku framleiðarunum til at skriva sangir og framleiða. Menn sum Andreas Carlsson og Max Martin eru víðagitnir fyri at skriva hitt til stjørnur sum Britney Spears, Backstreet Boys, Bon Jovi og onnur, og teir hava verið upp í leikinum í tónleikinum hjá Ana Johnsson eisini.
Úrslitið av tí er tónleikur, sum fungerar væl á fløgu og á palli. Og tá ið ein slík stjørna sum Ana Johnsson framførir sangirnar, gevur tað tónleikin eyka sjarmu og sál.
Ana Johnsson og bólkur hennara spælir væl, og tey syngja eisini væl. Ana er stjørnan á pallinum, og tað trívist hon væl við. Hon hevur sera gott samband við áhoyrararnar og stýrir showinum alla tíðina.
Ana Johnsson er longu blivin kend kring heimin, men hon hevur potentiali til nakað enn størri.