Virgar T. Dalsgaard
----
Tað er einastandandi løgið, at ein einsamallur maður hevur fingið kraddað sær so nógv vald í samfelagnum, sum tann ABC-køni harra Jonhard Mikkelsen heldur seg hava fingið!.
Hann postulerar skammleyst í tí síðsta Sosialinum, at av tí, at HANN heldur tað, so skulu allir føroyingar hava eitt alfabet (stavrað), sum ikki er tíðarhóskandi, ella, sum hann málber seg: "Alfabetið skal ikki fylgja við tíðini".
Tað skal altso vera archaiskt ella miðaldarligt. Hvat er hetta fyri betong-filosofi?
Hvussu kann ein einstakur maður hava uppnáað ein so eliteran status í einum demokratiskum landi? Hetta minnir um ta ráðaríku og diktatorisku tankagongdina, sum man brúkti í Sovjetsamveldinum, áðrenn Berlinmúrurin datt.
Vit onnur hava hildið, at so avgerandi og víttgangandi vald bara kann liggja hjá einum parlamenti og aldrin hjá einum einstaklingi, sum Jonhardi Mikkelsen ella hjá einum ráði. Annars er Jonhardur saman við drotningini komin oman fyri grundlógina, men við størri valdi, enn Margreta Fríðriksdóttir hevur!
Eru vit komin so langt burtur frá fólkaræði, at vit á tí málsliga økinum eru í ferð við eina heimføðisliga regressión aftur til óupplýst einaveldi, har ein lítil minnilutaklika sleppur at kúga ella majorisera meirilutan av fjøldini?