Amnesty útgávukonsert

Nýggja Amnestyfløgan, “Frælsi & Javnlík”, kemur á marknaðin í næstum, og í hesum sambandi verður útgávukonsert tann 10. desember.

 

Fyrr í ár skipaði Amnesty fyri einari kapping, har tónleikarar fingu møguleikan at skriva løg til nýggju Amnesty fløguna. Síðani vóru vinnararnir avdúkaðir á ársins G! festivali, og skjótt verður møguleiki at ogna sær Amnesty fløguna, sum hevur fleiri kendar tónleikarar við.

 

Leygarkvøldið fara Linda Andrews, Bárður Johannesen, Guðrun og Bartal, Petur Pólson, Noel Joensen & Birgar Jógannesen, Eyðun Nolsøe, Vígdis Fjallstein, Unn Patursson, Petur Háberg og Lív Næs at framføra.

 

Hetta kvøldið hátíðarheldur Amnesty Føroyar eisini 50 ára dagin hjá Amnesty, og altjóða mannarættingadagin 2011.

 

Útgávukonsertin verður í Norðurlandahúsinum, og byrjar kl. 19.30.