Amnesty stríðist ímóti fosturtøkulóg í El Salvador

– Amnesty International hevur arbeitt hart við at leggja trýst á at fáa fosturtøkulógina í El Salvardor broytta, og tað kann henda longu í vár, tá uppskot verður lagt fram um tað, sigur Lív Patursson, virkandi aðalskrivari í Amnesty International Føroya Deild.

 

Lív Patursson kennir væl málið um Teodoru Vasquez, ið in.fo skrivaði um hósdagin, sum varð dømd 30 ár í fongsul fyri at hava dripið barn sítt.

 

Les eisini: Í fongsul í 30 ár fyri fosturtøku

 

– Hon eigur eitt barn frammanundan. Men tá hon føddi eitt deyðfødd, varð hon ákærd fyri at hava dripið barnið, og tí endaði hon í fongsli, greiðir Lív Patursson frá.

 

Teodora Vasquez er úr eini av teimum lægru sosialu stættunum í landinum, og tað eru hinar 17 eisini. Hon er frá einium lægri sosialum klassa, og tað eru hinar 17 eisini, sum eru eftirlýstar. Har eru eingi prógv fyri, at hon sakl hava dripið. Tað henda so nógvir órættvísir dómar, so hatta er virkuliga grotekst og ómenniskjansligt. AI kritiserar at har eru eingi prógv fyri at hon hevur dripið barni, gevur onga meining.

 

Amnesty Internationa er kent fyri heldur at vera afturhaldandi við spurningunum.

 

AI haldur nógv aftur um ikki at oma við upplýsingum um teir ikki eru 100 prosent. so prógvini eru góð fyri at hon ikki hevur gjørt tað.

 

Nú byrjar tað stóra arbeiðið hjá Amnesty International, sum krevur, at fosturtøkulógin í El Sa,vador verður broytt.

 

– Við hesum kann Teodora Vasquez og hinar 17, sum vit hava arbeitt fyri, verða fríkendar, sigur Lív Patursson.

 

Sambært Amnesty Internationa, so hevði Teodora Vasquez útvegað sær smábarnaklæði og hugsað um navnið til barni, og hon gleddi seg at fáa barn nummar tvey. Men so føddi hon eitt deyðføtt barn, og í El Salvador verður tú ikki hjálptur og troystaður, men tú verður heldur misteinkiliggjørdur í slíkum støðum.

 

Teodora Vasquez varð ákærd fyri morð og dømd 30 ár í fongsul. Nú hevur hon sitið fongslað í 10 ár – og við eina hoyring fyrr í vikuni, tá málið varð tikið upp av nýggjum, var upprunaliga dómurin staðfestur, so hon skal sita í fongsli í 20 ár afturat, skrivar Amnesty International.

 

Allur heimurin fylgir málinum hjá Teodoru Vasquez. Í 92 londum hava yvir ein millión fólk sæð boðini um Teodoru Vasquez á iamlistening.org.