Í dag er altjóða mannarættindadagurin, ið verður hildin 10. desember á hvørjum ári fyri at markera ST-yvirlýsingina um universell mannarættindi, ið varð undirskrivað 10. desember 1948. í dag er skjalið betri kent undir heitinum Altjóða Mannarættindasáttmálin hjá ST.
Amnesty International og teirra arbeiði við mannarættindi verður mangan sett í samband við arbeiðið hjá felagsskapinum í fjarskotnum londum. Men hóast tað er ein natúrligur partur av virkseminum hjá Amnesty International Føroya Deild, so virkar felagsskapurin eisini fyri at betra um fleiri viðurskiftir í Føroyum, ið verða mett ikki at vera nøktandi.
Katrin á Neystabø greiðir frá, at hóast mannarættindini hava tað gott í Føroyum, so hevur felagsskapurin arbeitt við eini røð av málum síðstu árini, ið enn ikki eru loyst.
- Vit hava m.a. heitt á politiska myndugleikan um at taka eina greiða støðu viðvíkjandi flóttafólkum. Vit hava eftirlýst hesa almenna støðuna í fleiri ár, men enn er einki hent. Tað er ein ósvaraður spurningur, men vit halda tað er týdningarmikið, tí vit mugu staðfesta hvørja skyldu vit hava í flóttafólkakreppuni, sigur Katrin á Neystabø.
Eitt annað mál, ið felagsskapurin hevur víst á fleiri ferðir er støðan við varðhaldsfongsling í Føroyum.
- Myndugleikarnir drála á hesum økinum, og siga, at tað ikki er so einkult og kann taka fleiri ár. Men støðan er ikki nóg góð her á landi, tí fólk kunnu sita í varðhaldi í fleiri mánaðir uttan, at tey verða førd fyri dómara ella ákærurit er skrivað, vísir Katrin á Neystabø á.
Seinasta árið hevur felagið eisini havt ymisk átøk har ljós hevur verið varpað á neyðtøku. Aðalskrivarin vísir á, at tað er eitt tað málið, ið er nærmast við at verða broytt.
- Tað verður arbeitt við at dagføra revsilógina viðvíkjandi neyðtøku. Vit halda eyga við gongdini og vænta tað kemur gjøgnum, sigur Katrin á Neystabø.
Millum tær broytingar, ið felagið eftirlýsir er eitt tilboð til offur av neyðtøku, har tey kunnu fáa bráðfeingis hjálp á Landssjúkrahúsinum.
- Á tann hátt kunnu tey fáa gjørt allar tær neyðugu kanningarnar, og so seinni taka støðu til, um tey ynskja at melda. Á hendan hátt verða prógvini skjalfest og varðveitt beinanvegin, sigur Katrin á Neystabø og heldur fram.
- Harumframt ynskja vit broytingar í rættargangslógin soleiðis, at ein persónur, ið meldar neyðtøka, fær betri atgongd til ein hjásitara, tá viðkomandi verður avhoyrdur av løgregluni.
Felagsskapurin hevur eisini heitt á politisku myndugleikarnar um at undirskriva altjóða sáttmálan móti menniskjahandli, men enn hevur tað ikki eydnast.
Tvey onnur økir, ið felagsskapurin ynskir broytt í nærmastu framtíð eru ein óheft klagueind at kanna løgregluna og eina kanning um føroyskt loftrúm er vorði brúkt av CIA.
- Sum nú er, so er tað løgreglan sjálv, ið er kærumyndugleiki, um onkur metir, at løgreglan hevur framt okkurt skeivt. Tað er ikki nóg óheft, og verða flestu kærur eisini afturvístar av tí sama. So vit ynskja mannagongdirnar broyttar eins og tær eru í Danmark, har uttanveltaðir serfrøðingar taka støðu til slík mál, sigur Katrin á Neystabø og heldur fram.
- Hitt málið er um flogferðsluna yvir Føroyar undir sokallaða krígnum móti yvirgangi. Tað er skjalfest, at CIA fleyg fleiri fangar úr Europa og til USA, men vit vilja vita, um føroyskt loftrúm er brúkt til slíkan fangaflutning.
- So vit hava heitt á føroyskar myndugleikar um at spyrja danskar myndugleikar, men neyvan fáa vit nakað at vita, tí danskir og amerikanskir myndugleikar hava eitt so nær altjóða samstarv, sigur Katrin á Neystabø.