Amnesty kunnar um støðuna í Sýria

Í dag fara ungdómar úr Amnesty at ganga runt í býnum í Havn og greiða nærri frá støðuni í Sýria. Síðan mótmælisgongurnar í Sýria byrjaðu í mars 2011, hevur sýriska trygdarmegin og herurin framt grovan ágang mótvegis sýriska fólkinum.

Mótmælisfólkini eru blivin meiðslað, fongslað og pínslað ella skotin til deyða. Hundraðtalsfólk eru deyð. Amnesty International meinar, at slík brot eru brot móti mannaættini.

Amnesty International krevur :

- At øll í Sýria skulu hava rætt at føra síni sjónarmið fram, uttan at hetta skal føra til harðskap og forfylging.

- At tey í hava framt hesar gerðir í Sýria skulu standa til svars fyri teirra gerðir.

- At ST trygdarráði handar málið víðari til Altjóða brotsmannadómstólin.

- Vís at tú stuðlar krøvunum hjá Amnesty International við at taka eina mynd av tær sjálvari ella sjálvum, við tekstinum SYRIA skrivað á eitt pappír, ella á klæðunum og send tað til syriapictures@amnesty.se. Myndirnar koma at verða vístar á einum slide-showi á netinum, og sendar víðari til Syrisku sendistovuna í Stockholm, sigur Amnesty.

Tað ber sjálvsagt eisini til at tosa við umboð frá Amnesty Føroya deild, og fáa tey at taka myndina, tá tey í dag fara at ganga í Havn og greiða frá.