Amnesty International ákærir nú Ísrael og Hamas fyri at hava framt krígsbrotsverk undir bardøgunum í Gaza-geiranum í vetur. Felagsskapurin vil vera við, at ísraelska hervaldið brúkti eirindaleysa framferð ímóti sivilfólkinum.
Amensty International ákærir eisini Hamas fyri krígsbrotsverk, men sigur seg kortini ikki hava funnið prógv fyri, at Hamas fjaldi seg millum sivilfólk og brúkti tey sum livandi skjøldur undir bardøgunum, soleiðis sum Ísrael vil vera við.
Amnesty International heitir á Ísrael um ikki at brúka kanónir, hvítt fosfor ella onnur líknandi vápn, sum kunnu gera óneyðuga stóran skaða í bygdum økjum. Samstundis vil felagsskapurin hava Hamas at steðga rakettálopunum á sivilfólk í Ísrael, tí tað er eisini krígsbrotsverk.










