Amnesty International Føroya Deild harmast stórliga um, at Løgtingið feldi uppskotið um at víðka mannamunsgreinina. Hetta sigur Amnesty í tíðindaskrivið í morgun. Felagið sigur m.a. "Vit taka fult undir við tilmælunum, sum eru frammi í løtuni um at kæra ítøkilig mál um mismun fyri dómstólin, um neyðugt heilt til Evropeiska mannarættindadómstólin, fyri at fáa staðfest at eisini samkynd í Føroyum eru vard av ásetingunum í Evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum Fólkatingið hevur undirskrivað vegna Føroyar."
Amnesty International Føroya Deild hevur fyrr víst á vantandi rættarstøðuna hjá samkyndum í Føroyum, og sigur "at tá løgtingið enn einaferð velur at vraka uppskotið um at víðka mannamunsgreinina til eisini at fevna um "kynsligan samleika" er hetta sera harmiligt. "Mismunur er ein stórur trupulleiki í dagsins Evropa og flestu málini, Amnesty International arbeiðir við í Evropa, snúgva seg um mismun antin vegna húðalit, etniskan uppruna, átrúnað ella kynsligan samleika.", sigur fleagið og vísir á, at málið hevur vakt ørkymlan uttanlands og aðrar Amnesty deildir fylgja við málinum nú.