Amnesty: Hjúnabandslógin skal broytast

Hjúnabandslógin skal eisini fevna um tvey fólk av sama kyni, heldur føroyska deildin hjá Amnesty International

Fjórða hvørt ár eftirmetir ST mannarættindastøðuna í heimsins limalondum (Universal Periodic Review), og í eftirmetingini av danska kongaríkinum verða Føroyar og Grønland eisini eftirmettar. Næsta eftirmetingin verður í 2016, og í hesum sambandi hava áhugafelagsskapir møguleika at senda sonevndar skuggafrágreiðingar fyri at vísa á viðurskifti, sum eiga at broytast.

 

Í farna mánaði sendi Amnesty sína skuggafrágreiðing, sum m.a. snúði seg um revsilógina í sambandi við neyðtøku, varðhaldsfongsling, avbyrging, menniskjahandil og hjúnabandslógina. Í mun til hetta seinasta metir Amnesty framhaldandi, at hjúnarbandslógin eisini átti at fevnt um tvey fólk av sama kyni.

 

- Herfyri staðfesti Hægstirættur í USA, at tvey fólk av sama kyni hava rætt til hjúnaband, og fyri einari viku síðani staðfesti Evropeiski mannarættindadómstólurin, at Italia brýtur mannarættindini við ikki at loyva samkyndum at giftast ella at skrásetast í parlag. Teir sjey dómararnir visa til grein 8 í evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum snýr seg um rættin til privat- og familjulív.

 

- Hesir dómsúrskurðar eru søguligir, og havandi í huga, at Føroyar eisini hava bundið seg til evropeiska mannarættindasáttmálan, heldur Amnesty Føroya Deild, at Føroyar eisini eiga at broyta hjúnabandslógina, siga tey í eini fráboðan.