Kl. 11 leygarmorgunin morgun lat deildin upp eina kunningar- og sølubúð á torginum í SMS og í FK í Hoyvík. Her ber til hjá fólki at fáa meiri at vita um Amnesty og eisini at tekna seg sum lim.
Høvið var eisini at vitja inn á nýggju skrivstovuna, sum føroyska deildin hevur fingið á Hoydalsvegi 6, har Skótabúðin hevur hildið til.
Hóast veðrið ikki hevur verið so gott í nátt og út á morgunin, so er ætlanin framvegis at skipa eina kyndlagongu niðan í Viðarlundina seinnapartin. Gangast skal av skrivstovuni og niðan til standmyndina hjá Hans Paula Olsen, har røður, felagssangur og kórsangur verður á skránni.
Føroyska deildin av Amnesty varð stovnað í 1965 og hevur tí 40 ár á baki í ár.
mynd
Tær hava riggað kunningarborðið til á torginum í SMS, sum lat upp kl. 11 í morgun. Tann fyrsta áhugaða er longu komin at borðinum










