Amin í toppformi undirheldur á Hotel Føroyum í kvøld

Í kvøld fer kendi danski undirhaldarin, Amin Jensen, á pall á Hotel Føroyum við nýggju framførslu síni, sum hann nevnir Comedy vs. Opera.

 

Hann var eisini á palli á hotellinum í gjárkvøldið, har tað var fullsett, og fólk, sum vóru við, siga, at hann var heilt sjáldsama væl upplagdur.

 

Sjálvur sigur hann, at við hesi framførsluni, er ein 20 ára long ferð komin at enda.

 

Á hesi ferðini hevur hann hitt sjálvan Pavarotti fleiri ferðir, hann hevur sett heimsmet við at vera tyngsti maður, ið hevur verið á hægsta fjalli í Afrika, Kilimanjaro.

 

Tríggjar ferðir er Amin valdur til ársins sjónvarpsvert. Hann hevur verið við í 200 sjónvarpssendingum og yvir 2000 ferðir hevur hann lagt rødd til teknifilmar.

 

Hesi árini hevur hann eisini givið út fýra fløgur, hevur verið á palli yvir 3000 ferðir og í sangleikum hevur hann havt leiklutin sum Kjeld úr Olsen Banden og John Silver úr Skattaoynni.

 

Sjálvur hevur hann fjølbroyttar gávur, hann syngur, spælir ljóðføri og hermir.