Amin í toppformi á Hvonn Live

Hevur nú verið í Føroyum á sætta sinni og framført

Hvonn Live: Kendi danski skemtarin og sangarin, Amin Jensen var seinasti gesturin í sendingini "Hvonn Live", sum var á Rás2 leygarkvøldið.

 

Amin segði seg stórtrívast í Føroyum, og ikki minst í tí føroysku náttúruni. Amin Jensen hevur seinastu árini vitja í Føroyum seks ferðir.

 

Amin greiddi eisini frá síni nýggju framførslu "Comedy versus Opera", sum er eitt haldgott prógv um, at Amin Jensen er ein framúrskarandi sangari.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Amin Jensen segði á "Hvonn Live" á Rás2 farna leygarkvøld.