Amerikumenn elska føroyskan laks

- Um chilensku laksavørurnar koma á júst sama marknað, sum Føroyar hava í USA, fáa vit at síggja, tá Chili aftur fer at veksa um sínar nøgdir til USA, sigur Ragnar Joensen. Føroysk alivinna hevur fingið nógv burtur úr amerikanska marknaðinum, síðan alivinnan í Chili rendi seg í stórar trupulleikar við fiskasjúkum.

Men kunnu vit vænta, at føroyskur laksur verður trokaður av aftur amerikanska marknaðinum, tá alivinnan í Chili rættiliga kemur á føtur aftur?

Hendan spurning setti Portalurin Ragnari Joensen, stjóra í Marine Harvest í Føroyum, og sum nú verður stjóri fyri heimsins størsta alisamtaki, Marine Harvest í Noreg.

- Chili er ikki rættiliga komið fyri seg enn, men soleiðis, sum út sær, kemur alivinnan í landinum meiri og meiri fyri seg í seinnu hálvu í ár. Um teirra vørur koma á júst sama marknað, sum vit hava í USA, fáa vit at síggja, tá Chili aftur fer at veksa um sínar nøgdir til USA.

Ragnar Joensen vísir á, at føroyska alivinnan serliga selir heilan fisk til sushi-marknaðin í USA, meðan chilenar í størri mun hava selt fløk.

- Fløkini eru ikki á sama hátt komin inn á sushi-marknaðin í USA, har feski laksurin úr Føroyum kemur, sigur Ragnar Joensen.

Mangan hevur verið ført fram, at ein av høvuðsorsøkunum til, at amerikumenn dáma so væl føroyskan laks til sushi, er, at meginparturin av føroyska laksafóðrinum er úr fiski, meðan aðrir eitt nú hava stóra íblanding av øðrum rávørum í sínum fóðuri.