Amerikonsku stafettirnar úti

USA eigur ikki umboðan í nakrari av stafettini í 4X100 metra renning. Hetta er annars vanliga ein av greinunum, har USA er mest sum einaráðandi, men í hálvfinalunum í gjár gekk galið hjá bæði monnum og kvinnum. Fyrst kiksaði hjá monnunum, har Tyson Gay ikki fekk fatur á stafettini, tá hann skuldi renna seinasta teinin. Og hjá kvinnunum eydnaðist ikki Lauryn Williams at fáa fatur á stafettini í seinasta skiftinum.