Amerikanskur verjuspælari til KÍ

KÍ hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamla Mayowa Alli, sum undan hesum hevur roynt seg í donskum fótbólti

KÍ hevur gjørt avtalu við 22 ára gamla Mayowa Alli. Hann er verjuspælari úr USA, men seinastu tíðina hevur hann roynt seg í donskum fótbólti, har hann hevur royndir úr næst- og triðubestu deildini.

 

Talan er um spælara, sum kann spæla bæði í miðverjuni og á vinstra bakki.