Enn ein luksus elbilur hevur sæð dagsins ljós. Talan er um elbilin Lucid Air, sum er framleiddur av Lucid Motors, ið er ein amerikansk elbilaverksmiðja við høvuðssæti í Kalifornia.
Nógvir upplýsingar eru ikki at finna um bilin enn, men vit vita, at hann er sera kvikur. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 2,5 sekund og umleið 650 km upp á eina løðing.
Sum skilst er bilurin sera framkomin við øllum tí nýggjasta, sum er komið fram á tøkniliga økinum. Eftir ætlan kemur Lucid Air á marknaðin í 2018.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/