Russar hava fyrr hildið uppá, at tað var ein amerikanskur kavbátur, sum sigldi á "Kursk", men hetta er fyrstu ferð, at russiska flotaleiðslan almannakunnger navnið á amerikanska kavbátinum.
Alment hava myndugleikarnir í Moskva fyrr staðfest, at "Kursk" sakk, tí ein torpedo sprongdist umborð á bátinum, men talsmaðurin hjá Norðurflotanum, Vladimir Navrotskij, sigur, at flotaleiðslan er sannførd um, at "Kursk" sakk eftir samanstoyt við tann kjarnorkuvápnaða amerikanska kavbátin "Toledo".
Norðurflotin setti í síni tíð eina nevnd at kanna, hvat var varið fram, og hendan nevndin kom til eina heilt aðra niðurstøðu enn tann kanningarnevndin, sum stjórnin í Moskva setti. Russiskir flotaleiðarar hava onkuntíð róð uppundir, at ein amerikanskur kavbátur var tann veruliga orsøkin til vanlukkuna, men hetta er fyrstu ferð, at flotaleiðslan er so avgjørd um hetta mál.
Sambært russisku flotaleiðsluni var "Toledo" staddur millum fýra russiskar kjarnorkukavbátar ín Barentshavinum, tá amerikanskir skiparin varnaðist, at "Kursk" gjørdi seg til reiðar at skjóta eina torpedo sum lið í venjingini hjá russiska flotanum. Russar siga, at fjáltur kom á amerikansku kavbátamanningina, og at "Toledo" rendi á "Kursk", sum sakk.
Russar siga, at teir vistu av "Toledo" longu tríggjar dagar fyri vanlukkuna, og at teir høvdu fylgt kavbátinum hesar dagarnar. Amerikanarar hava váttað, at "Toledo" og ein annar amerikanskur kavátur, "Memphis", vóru á leiðini, tá "Kursk" sakk.
Russiska flotaleiðslan sigur, at "Memphis" fór upp í vatnsskorpuna stutt eftir vanlukkuna, meðan "Toledo" var verandi niðri í sjónum. Har lá hann í eitt samdøgur, áðrenn hann setti kós ímóti einari herflotastøð í Skotlandi.
Russar bóðu tá um at sleppa at kanna "Memphis" og "Toledo", men amerikanarar søgdu nei.