Amerikanskur hittmakari deyður

Amerikanski sangarin og sangskrivarin JJ Cale doyði fríggjadagin, 74 ára gamal, stendur á heimasíðu hansara, jjcale.com. Hann doyði á sjúkrahúsi eftir hjartatilburð, skrivar Berlingske.

John Weldon Cale gjørdist kendur í 1970, tá Eric Clapton sang innspældi sangir hansara 'After Midnight' og síðan 'Cocaine'.

Onnur kend, sum hava sungið sangirnar hjá JJ Cale, eru Johnny Cash, Santana, Lynyrd Skynyrd og Tom Petty.

Hann gjørdist ikki so kendur sum teir sangir, hann skrivaði. Men hann læt seg ikki órógva av, at nógv fólk dugdu sangirnar hjá honum uttan at vita, hvør hevði gjørt teir. Hann lýsti seg sjálvan meir sum sangskrivara enn sum sangara.

JJ Cale verður roknaður sum ein av tónleikarunum, ið skaptu 'The Tulsa sound', ið blandar blues, rockabillly og country saman. Hann var eisini ein av teimum fyrstu at brúka trummumaskinu.

Cale innspældi tríggjar útgávur. Tann seinasta, 'Roll On', kom í 2009. Árið fyri fekk hann Grammy heiðursløn fyri fløgu, hann hevði gjørt saman við Eric Clapton.