Alberto Martinez er skuldsettur fyri at hava verið tveimum av sínum feløgum í Irak at bana. Rættarmálið ímóti honum byrjaði í gjár og er tað fyrsta av sínum slagi í tvey ár.
Tilburðurin, sum málið snýr seg um, var tann 7. juni, tá tveir amerikanskir hermenn, Phillip Esposito og Louis Allen, doyðu í einari spreinging í einari av borgunum hjá Saddam Hussein í býnum Tikrit. Alberto Martinez var eisini har, og amerikanska herleiðslan heldur, at tað var hann, sum drap teir báðar felagarnar.
Teir tríggir vóru hermenn í einari eykadeild hjá tjóðarhirðini. Í fyrstani varð hildið, at teir báðir hermenninir doyðu av einari bumbu ella einari minu, sum uppreistrarmenn høvdu lagt, men kanningar á staðnum vístu, at so var ikki.
Fleiri, sum kendu teir báðar deyðu og Alberto Martinez, hava greitt frá, at viðurskiftini teirra millum vóru sera spent, og at Phillip Esposito hevði lagt eina ætlan um, hvussu hann og Louis Allen skuldu sleppa frá Martinez.
Talsmenn hjá ákæruvaldinum hjá herinum hava sagt, at Alberto Martinez hevði atgongd til tey vápn, sum blivu brúkt, tá hinir báðir hermenninir vórðu dripnir. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa deyðarevsing.
Fyri einum hálvum ári síðani varð amerikanski hermaðurin Hasan Akbar dømdur til deyða fyri at hava beint fyri tveimum av sínum feløgum í Irak í 2003. Hann varð funnin sekur í at hava tveitt granatir inn í tjaldið, sum teir báðir hermenninir vóru í.