Amerikanskur hermaður skjeyt 16 sivilfólk

Ein amerikanskur hermaður í altjóða herdeildunum í Afghanistan er tikin og settur í varðhald, eftir at hann brádliga gjørdist frá sær sjálvum og fór at skjóta eftir fólki nærhendis einari herstøð í Kandahar har suðuri í landinum. Tíðindastovan Reuters skrivar frá sínum keldum, at hermaðurin skjeyt 16 sivilar afghanar.

Leiðslan fyri altjóða herdeildunum sigur, at hon harmast tilburðin, og at hon fer at arbeiða saman við teimum afghonsku myndugleikunum um málið, og hvat veruliga hendi.

Guvernørurin í Kandahar, Tooryalai Wisa, sigur fyri tíðindastovunum, at tann amerikanski hermaðurin fór av herstøðini í Kandahar og byrjaði at skjóta eftir fólki. Sambært guvernørinum skjeyt maðurin 16 fólk, og øll eru deyð, sigur hann.

Tilburðurin kemur teimum útlendsku herdeildunum sera illa við. Fyri stuttum kom øði í afghanar, tí amerikanskir hermenn høvdu brent nøkur eintøk av koranini, og nú kemur so hetta omaná.