Sambært Flightradar24 hevur eitt amerikanskt njósnaraflogfar í dag flogið á leiðini út fyri russisku Kolahálvoynni.
Hetta hendir samstundis, sum russiski norðurflotin hevur eina hernaðarvenjing í Barentshavinum.
Flogfarið hjá US Air Force av slagnum RC-135W Rivet Joint fór í morgun av hernaðarflogvøllinum Mildenhall, sum liggur í ein landnyrðing úr London.
Haðani fleyg flogfarið fram við norsku strondini, og var seinnapartin í dag yvir havøkjunum norðan fyri Finnmørkina.
- Flogfarið fleyg síðan yvir russiskum støðum og yvir kavbátum, sum hava kjarnorkuløðingar umborð, veit norska kringvarpið NRK at siga.