Amerikanskt herskip skjýtur eftir báti

Amerikanska herskipið, USNS Rappahannock skjeyt fyrr í dag eftir einum báti, sum ikki aktaði ávaringina frá herskipinum.

Tað upplýsir ein talsmaður frá amerikansku verjuni fyri BBC.

Sambært Greg Raelson, løjtnanti, frá amerikansku flotadeildini í Bahrain skjeyt skipið eftir bátinum út fyri býin Jebel Ali í Sameindu Arabisku Emiratunum, tá báturin nærkaðist við nógvari ferð.

- Í tráð við okkara trygdarskipan royndu hermenninir fyrst at ávara bátin. Bert tá hetta ikki hjálpti, varð skotið við skørpum, sigur Raelson við BBC.

Báturin varð fleiri ferðir biðin um at venda við, men tá hetta einki hjálpti, varð skotin ein røð við einari 12,7 millimetur maskinbyrsu.

Ein persónur doyði av skotunum, meðan tríggir vórðu særdir, sigur amerikanski talsmaðurin í Dubai.

Gjøgnumholaði báturin er sambært AP sleipaður í havn í Dubai, har løgreglan kannar hann nærri. Amerikansk herskip hitta ofta iransk skip í Golfinum uttan at trupulleikar standast av, skrivar BBC.