Amerikanskir senatorar í hernað ímóti hvalaveiði

21 amerikanskir senatorar ætla sær at fáa bann fyri allari vinnuligari hvalaveiði.

Fríggjadagin møtast tey 70 limalondini í altjóða hvalaveiðinevndini IWC á ásfund á karibisku oynni St. Kitst, og har fer Japan at royna at fáa undirtøku fyri, at landið kann økja sína hvalaveiði. Sum er veiðir Japan bara hval til vísindaligar rannsóknir, eins og íslendingar eisini gera. Noreg er tað einasta IWC-landið, sum hevur beinleiðis vinnuliga hvalaveiði.

Í fyrsta umfari ætla teir 21 senatorarnir at forða fyri, at Japan sleppur at økja sína hvalaveiði, men teir ætla sær eisini at steðga rannsóknarveiðini hjá íslendingum og japanum. Senatorarnir eru sannførdir um, at íslendingar og japanar brúka vísindaligu kanningarnar sum umbering, og at talan í verileikanum er um vinnuliga hvalaveiði, skrivar AP.

-Tað er skeivt, at lond brúka vísindina sum jarnbrot fyri at sleppa at veiða hval. Altjóða samfelagið eigur at tryggja, at lond gevast at veiða djór, sum eru í vanda fyri at verða oydd, sigur demokratiski senatorurin Maria Cantwell við AP.