Amerikanskir hermenn vanvirdu lík

Myndir, sum amerikanska blaðið Los Angeles Times hevur almannakunngjørt, hava elvt til vreiði í USA og Afghanistan. Á myndunum, sum eru frá 2010, síggjast nakrir amerikanskir hermenn vanvirða líkini av nøkrum afghonskum uppreistrarmonnum.

Amerikanski verjumálaráðharrin, Leon Panetta, segði í gjár, at hann er sera harmur um atburðin hjá hermonnunum. Hann segði, at hetta kann als ikki góðtakast, og hermenninir mugu revsast. Bæði Barack Obama, forseti, og Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, hava sagt seg harmast framferðina hjá hermonnunum.

Los Angeles Times hevur 18 myndir, men valdi at almannakunngera tvær teirra. Blaðið sigur, at tað fekk myndirnar frá einum, sum helt tað vera neyðugt at vísa, hvussu støðan er í amerikanska herinum, og at leiðslan í herinum ikki megnar sína uppgávu.