Amerikanskir hermenn í Sýrialandi

Amerikanskir og irakskir hermenn lupu í gjár á mál í Sýrialandi Amerikanska herleiðslan váttaði í morgun, at amerikanskir hermenn við stríðstyrlum søktu at málum inni í Sýrialandi í gjár. Sagt varð, at teir fingu hjálp frá irakskum hermonnum.

Endamálið var sambært herleiðsluni at forða útlendskum stríðsmonnum at taka seg inn í Irak.

Sýriskar keldur siga, at fýra amerikanskar stríðstyrlur søktu at málum sjey kilometrar innan fyri markið.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanskir hermenn hava verið innan fyri sýriska markið, skrivar Reuters.