Krígsbrotsverk
Árni Joensen:
Einaferð í heyst skulu amerikanskir hermenn ætlandi setast í land í Liberia, har teir skulu loysa ta vesturafrikonsku friðarvarðveitandi herdeildina av. Men munur er á teimum treytum, sum hermenninir virka undir.
Gera amerikonsku hermenninir seg sekar í krígsbrotsverki ella øðrum brotum á altjóða reglur, meðan teir eru í Liberia, kunnu teir rættarsøkjast í sjálvum USA. Amerikanska stjórnin hevur júst tryggjað sær, at hermenninir kunnu ikki rættarsøkjast í nøkrum øðrum landi.
Men serreglur sum hesar stríða ímóti altjóða Geneve-sáttmálanum um krígsførslu og ímóti fleiri øðrum altjóða reglum so sum reglunum um fólkamorð og reglunum um píning. Sambært teimum hava øll lond skyldu til at rættarsøkja fólki, sum eru undir illgruna fyri at vera sek í krígsbrotsverki ella píning. Men USA vil ikki geva seg undir hesar reglur, tá tað snýr seg um landsins egnu hermenn.
- Tað er alla æru vert, at ST roynir at verja fólkið í Liberia ímóti ágangi, men samtyktin um sertreytir fyri teir amerikonsku hermenninar máðar støðið undan altjóða rætti, sigur Lotte Leicht, sum er leiðari í mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch.
Eisini í Amnesty International harmast tey sertreytirnar hjá amerikonsku hermonnunum.
- Samtyktin gevur teimum fulla verju ímóti fólkamorði, brotsverkum ímóti mannaættini og krígsbrotsverkum, sigur Yvonne Terlingen, sum umboðar Amnesty International á ST-høvuðsborgini í New York.
Í trygdarráðnum atkvøddu Frakland og Týskland blankt. Bretland og Spania atkvøddu fyri samtyktini um sertreytirnar hjá amerikonsku hermonnunum í Liberia.