Amerikanskir bankar í vanda

Næstan 100 amerikanskir bankar, sum hava fingið hjálp frá tí almenna, eru í bvanda fyri at fara á húsagang. Blaðið Wall Street Journal skrivar, at ein greining av bankaroknskapunum í triðja ársfjórðingi vísir, at støðan hjá 98 bankum er so ring, at teir kunnu fara av knóranum.

Tilsamans hava teir 98 bankarnir fingið 4,2 milliardir dollarar í almennari hjálp.

Annars søgdu myndugleikarnir upprunaliga, at teir vildu bara hjálpa bankum, sum høvdu ein sunnan roknskap, men kortini eru sjey bankar, sum fingu hjálp, farnir av knóranum. Tað kostaði tí almenna 2,7 milliardir dollarar, skrivar Wall Street Journal.