Amerikanski uttanríkisráðharrin fer til Ísraels

- USA hevur verið stuðul hjá ísraelska fólkinum í 75 ár, soleiðis at ræðuleikarnir móti jødunum ongantíð fara at henda aftur, segði Joe Biden í kvøld.

 

Í kvøld veit Reuters at siga, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, fer til Ísraels hósdagin.

 

- Hetta er ein boðskapur um solidaritet og stuðul, sigur Matthew Miller, sum er talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið.

 

Í kvøld segði amerikanski forsetin, Joe Biden, á tíðindafundi, at Ísrael hevur rætt til at verja seg eftir ógvusligu álopini seinastu dagarnar.

 

Forsetin vísti á, at USA í 75 ár hevur verið stuðul hjá ísraelska fólkinum, soleiðis at ræðuleikarnir móti jødunum ongantíð fara at henda aftur.

 

- Vit standa framvegis øksl um øksl við Ísrael, og vit vilja tryggja, at demokratiski staturin hevur alt, sum landinum tørvar fyri at verja seg, segði Joe Biden.