Amerikanski tjóðbankin bjargar AIG

Ein avtala millum amerikanska tjóðbankan og American International Groupm bjargar tryggingarfelagnum undan húsagangi American International Group hevði boðað frá, at fekk felagið ikki einar 80 milliardir dollarar í kreppuláni, noyddist tað at gevast við virksemi sínum í dag.

Men í nátt kunngjørdi tjóðbankin, FED, at hann og AIG høvdu gjørt eina avtalu, sum forðar fyri, at tryggingarfelagið fer á húsagang.

Avtalan ber í sær, at American International Group lænir 85 milliardir dollarar úr tjóðbankanum, sum afturfyri yvirtekur 80 prosent av felagnum.

Ein kelda í FED sigur við fjølmiðlarnar, at tað var neyðugt at bjarga AIG. Hevði felagið farið av knóranum, hevði tað fingið uppaftur størri avleiðingar, enn tá íløgubankin Lehman Brothers fór í gjaldssteðg, sigur keldan.