Amerikanski marknaðurin stóran týdning

Føroysk alivinna ger í hesum døgum um seg á amerikanska marknaðinum, har fýra fyritøkur saman við umboðum úr uttanríkisráðnum eru við á Boston Seafood Show. - Marknaðurin í USA byrjaði fyri okkara viðkomandi so smátt at veksa í 2008, og í 2009 nærmast eksploderaði hann, sigur Frederik Hansen, søluleiðari hjá Bakkafrost

Marknaðarátak

Í hesum døgum er føroysk alivinna við á Boston Seafood Show í USA. Stevnan, sum byrjaði sunnudagin, 14. mars heldur fram til í morgin, 16. mars.
Fýra føroyskar fyritøkur luttaka á hesi stevnu, og tær eru Bakkafrost, Luna, Salmex og Primafisk.
Á Boston Seafood Show fara føroysku fyritøkurnar saman við umboðum úr føroyska uttanríkisráðnum at varpa ljós á føroysku alivinnuna og sjómatarvinnu, samstundis sum fyritøkurnar fara at nema sær nýggja vitan um marknaðin í USA.
Tað er amerikanski sjómatarídnaðurin, sum skipar fyri stevnuni í Boston. Hetta er ein stevna fyri allar týðandi veitarar og keyparar á amerikanska marknaðinum fyri sjómat.
Uttanríkisráðið veit at siga, at hvørt ár luttaka fleiri enn 16.000 handilsfólk frá fleiri enn 90 londum, og fleiri enn 80 framsýnarar eru við á stevnuni.

USA áhugavert
Tað er ikki av tilvild, at føroysku luttøka er á framsýningini í Boston hesaferð.
- Amerikanski marknaðurin er sera áhugaverdur hjá føroyskum fyritøkum. Í 2009 fekk føroyska alivinnan í meðal 2 krónur meiri fyri kilo av stóra alilaksinum, sum tær útfluttu til USA í mun til kiloprísin í Evropa. Eisini er amerikanski marknaður størri enn allur hin evropiski marknaðurin tilsamans. Tí liggja eisini stórir møguleikar í hesum marknaði, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.
Á heimasíðuni hjá uttanríkisráðnum sigur landsstýrismaðurin seg vænta, at marknaðarparturin hjá føroysku alivinnuni í USA í ár fer at røkka 4%, sum er ein tvífaldan av marknaðarpartinum í mun til 2008.
- Ein orsøk er kreppustøðan í Chili, har laksaútflutningurin minkaði við næstan tveimum triðingum í hesum tíðarskeiði. Økti amerikanski eftirspurningurin eftir føroyskum alilaksi byggir eisini á, at amerikanski marknaðurin nú í størri mun enn áður vil hava hágóðskuvørur til sínar sushimatstovur, sigur Jørgen Niclasen.
Í fjør stóð føroyska alivinnan fyri 40% av okkara samlaða vøruútflutningi, og útlitini hjá alivinnuni eru góð.
- Vit eiga at brúka sterku støðuna hjá føroysku alivinnuni offensivt. Nú tá Chili, sum størsti veitarin til amerikanska marknaðin er í trupulleikum, hava vit ein góðan møguleika at styrkja um okkara marknaðarstøðu, heldur uttanríkisráðharrin, Jørgen Niclasen.

Stórur vøkstur
Bakkafrost, sum er millum føroysku fyritøkurnar á framsýningini í Boston, hevur í hesum døgum tvey fólk har yviri. Tey eru Annika Fredriksberg og Sólja Jónsdóttir, sum báðar arbeiða á søludeildini hjá felagnum.
Frederik Hansen, søluleiðari hjá Bakkafrost, sigur, at eini 20% av útflutninginum hjá felagnum fór til USA í 2009, og hann væntar, at parturin verður ikki minni í ár.
- Marknaðurin í USA byrjaði fyri okkara viðkomandi so smátt at veksa í 2008, og í 2009 nærmast eksploderaði hann, sum Frederik tekur til.
Tað er serliga partur yvir beinleiðis veitingar til viðskiftafyritøkur á amerikanska marknaðinum, sum vaks so nógv í 2009.
Frederik Hansen sigur, at nógv tann størsti parturin av útflutninginum til USA er feskur laksur, sum eitt nú sushi-matstovur hava í sínum útboði.
- Orsøkin til, at føroyskur laksur er so umtóktur á hesum matstovum, er, at hann verður mettur at vera so heilsugóður. Fóðurið er úr fiski, og tí hevur fiskurin eisini góðan smakk, samstundis sum innihaldið av omega3 feittsýrum er stórt.
Fóðurið, sum Havsbrún framleiðir til alivinnuna, er úr fiskavørum við at kalla ongari uppíblanding, meðan aðrir fóðurframleiðarar eitt nú brúka meis og korn sum uppíblanding.
Sum skilst, er einki galið við fóðuri, sum hevur hesa uppíblanding, men smakkurin á fiskinum er ikki hin sami.
Frederik Hansen vísir á, at eitt nú gjaldoyraviðurskifti og onnur viðurskifti kunnu ávirka amerikanska marknaðin í ár eins og aðrar marknaðir, men hann væntar, at hesin marknaður verður líka góður í ár sum undanfarna ár.
- Okkara fyritøka kann soleiðis rokna við at selja fyri einar 100-150 miljónir krónur á amerikanska marknaðinum í ár, sigur søluleiðarin a Bakkafrost, Frederik Hansen.