Tey, ið hava sæð sjónvarpshetjuna í 80unum, MCGyver, vita, at hann altíð megnar at koma úr vandamiklum støðum við at brúka ymisk ting, sum vit vanliga nýta í gerandisdegnum.
Hetta hevur givið US Navy íblástur til at gera ein robot, sum júst eins og McGyver dugir at brúka tey tingini, sum hann hevur rundan um seg, til at bjarga sær úr eini vandastøðu. Tað skrivar heimasíðan livescience.com.
US Navy hava fingið eina milión dollarar til at menna ein robot, sum eitt nú kann læra at standa á einum stóli fyri at fáa fatur á onkrum, sum er høgt uppi, hann skal kunna stápla kassar fyri at koma yvir um forðingar, ella byggja eina fyribils brúgv úr træpettum.
- Endamálið er at menna ein robot, sum er júst sum McGyver, sjónvarpshetjan frá 1980unum. Hann kláraði at loysa torførar trupulleikar og slapp burtur úr vandastøðum við at brúka ting, sum vit vanliga hava rundan um okkum í gerandisdegnum, sigur Mike Stilman, sum er professari í robotfrøði á Georgia Institute of Technology.
Á myndini omanfyri sæst professarin Mike Stilmann saman við Golem Krang, sum er ein robottur, ið verður nýttur, tá nýggja software´ið til MCGyver robottin skal standa sína roynd.