Sonarútgerðin, sum amerikonsku herskipini brúka, er sambært djórnaverndarfelagsskapunum í stríð við amerikanska lóg, tí hon kann skaða súgdjór í havinum. Felagsskapirnir vísa á, at herflotin brúkar eitt slag av sonar, sum hevur ein serligan frekvens, og at tekinini frá útgerðini kunnu elva til innvortis bløðingar hjá eitt nú hvali.
Felagsskapirnir siga, at sjálvt um orsøkin ikki kann prógvast, so hevur tað víst seg, at nebbafiskur og annar hvalur í stórum tali er vilstur upp á land aftan á stórar herflotavenjingar, og at hetta er hent fleiri ferðir ígjøgnum mong ár.
Felagsskapirnir og nakrir einstaklingar hava tí gjørt av at draga herflotan í rættin. Ímillum einstaklingarnar er Jean-Michel Cousteau, sum er sonur tann kenda franska havgranskaran Jacques Costeau.










