Tvær amerikanskar tyrlur duttu niður, tá tær skuldu seta seg har norðuri í Bagdad í gjárkvøldið Amerikonsku hernaðarmyndugleikarnir siga, at ein irakskur hermaður doyði, og at tveir vórðu særdir, tá tyrlurnar duttu niður.
Amerikanska herleiðslan sigur, at tað er einki, sum bendir á, at tyrlurnar vórðu skotnar niður. Tí verður hildið, at tað var okkurt tekniskt brek, sum var orsøkin.
Tær báðar tyrlurnar vóru av slagnum Blackhawk.