Amerikanska X-Factor er betri

Føroyskir tónleikarar um X-Factor: Laila Carlsen

Hvat dámar tær X-Factor?

Eg havi hugt ótrúliga nógv eftir X-Factor í Amerika, og nú hyggi eg so eisini eftir tí danska, og eg vil siga, at tað er ein munur millum støðið á kappingunum. Í Amerika tykist tað meira seriøst, og dómararnir koma við veruligum og siðiligum kritikki, og hava málið fyri eyga, sum er at finna ein hóskandi sangara, sum skal vinna ein plátusáttmála. Í Danmark eru allir X-Factor vinnararnir ósjónligir í dag, og tí seti eg spurnartekin við donsku kappingina.

Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið í kappingini?

Eg skilji ikki rættiliga, hvat gongur fyri seg, tá ið tónadeyv fólk royna seg í X-Factor. Eg undrist á, hvat tey hugsa fyri sær. Annars haldi eg, tað er stuttligt og læruríkt at hyggja eftir, hvørjar sangir dómararnir í Amerika velja til luttakararnar.

Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru?

Eg eri sjálv biðin um at luttaka í einari líknandi kapping, men eg tímdi ikki, tí eg vil heldur varðveita mínar brennandi kærleika fyri tónleikinum, enn at royna at sleppa í gjøgnum eitt slíkt nálareyga. Men summi rigga væl til slíkar kappingar. Eitt nú kann nevnast vinnarin av amerikanska X-Factor, sum alt sítt lív hevur verið happað. Hon er nú ein fyrimynd fyri óteljandi fólk.