Amerikanska sendistovan í Damaskus álopin

Fimm fólk lógu eftirá, tá sýriskar trygdardeildir steðgaðu álopinum

Fýra menn lupu fyrrapartin á amerikonsku sendistovuna í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus. Eygnavitni greiddu frá, at menninir róptu átrúnaðarlig rakstrarróp, tá teir byrjaðu at skjóta eftir teimum sýrisku vaktarmonnunum uttan fyri sendistovuna, og minst ein av vaktarmonnunum lá eftirá. Frammanundan høvdu álopsmenninir sprongt eina bumbu, sum lá í einum bili, ið teir høvdu sett uttan fyri sendistovuna.

Sýriskar trygdardeildir vóru skjótar á staðið og kringsettu alt økið, har fleiri aðrar útlendskar sendistovur eru. Eygnavitni greiddu frá, at partarnir skutu eftir hvør øðrum við maskinbyrsum. Sambært vitnunum vardi skotbardagin einar tjúgu minuttir, og tá hann endaði, høvdu allir fýra álopsmenninir latið lív.

Seinni váttaði ein sýriskur generalur, at trygdardeildirnar høvdu forðað einum álopi á amerikonsku sendistovuna, og at minst fýra av álopsmonnunum vóru deyðir.

Bretski sendiharrin í Damaskus, Peter Ford, segði við sjónvarpið CNN í dag, at tað var neyvan al-Qaeda, sum skipaði fyri álopinum. Álopið tóktist vera rættiliga tilvildarligt, og tí var tað helst ein lítil bólkur, sum skipaði fyri tí, segði sendiharrin.

Hetta er aðru ferð í ár, at sýriskar trygdardeildir steðga vápnaðum álopum í Damaskus. Fyri trimum mánaðum síðani skutu trygdardeildirnar nakrar menn, sum royndu at taka bygningin hjá almenna sjónvarpinum.

Amerikanska uttanríkisráðið hevði ongar viðmerkingar til tilburðin í Damaskus fyrr í dag. USA hevur annars lagt Sýrialand undir at stuðla Hizbollah og at lata rørsluni vápn í krígnum við Ísrael í summar.